top of page

Mennandi stuttleiki

Fyritøkan - stovnurin - felagið: Alt ein samanrenning av menniskjum, sum dagliga skulu samvirka á best møguliga hátt, fyri saman at røkka málum og úrslitum. Hvussu fær starvsplássið tað besta frá tí starvssetta, og hvussu fær hin einstaki tað besta burtur úr arbeiðsplássinum? Førleikar og trivnaður eru tvær síður av somu søk.

Toymismenning bjóðar eina røð av dygdargóðum, stuttligum og spennandi tænastum, sum hava til endamáls at skapa førleika og trivnað. Skriva ella ring til okkara.

Starvsfólkadagar

Í eini væl virkandi fyritøku, felagi, virki ella stovni eru samband, samskifti, samstarv og viðurkenning av alstórum týdningi - og sjálvandi eisini álit. 

Toymismenning

Reyði tráðurin í virkseminum hjá Toymismenning er, at øll skulu hava møguleika at luttaka og vera við.

bottom of page