top of page
Starvsfólkadagar
Í eini væl virkandi fyritøku, felagi, virki ella stovni eru samband, samskifti, samstarv og viðurkenning av alstórum týdningi - og sjálvandi eisini álit. Ein væl skipaður starvsfólkadagur er eitt gott høvi at arbeiða við og menna hesi viðurskifti innanhýsis.Vit skipa fyri starvsfólkadøgum á fyritøkuni/stovninum, á vistarskeiði ella sum óvissuferð. Innihaldsliga verður dagurin vanliga skipaður við fyrilestrum, workshops, toymismenning - ella (sum oftast) ein hóskandi blanding av fleiri møguleikum. Tosa við okkum um hvat hóskar best fyri júst tykkara tørv og ynski.

bottom of page