top of page

Toymismenning

Reyði tráðurin í virkseminum hjá Toymismenning er, at øll skulu hava møguleika at luttaka og vera við. Vit bjóða eina fjølbroytta skrá av aktivitetum av øllum handa slagi. Vit hava eitt livandi hugflog og menna javnan nýggjar og spennandi avbjóðingar. Skráin verður altíð sett saman í samstarvi við tykkum. Endamálið við øllum avbjóðingum og aktivitetum er, at einstøku starvsfólkini læra hvønn annan at kenna undir heldur óvanligum umstøðum. Tá koma uttan iva eisini síður og lyndi fram, sum ikki vóru kend fyri øllum. Eisini førleikar, sum hin einstaki ikki brúkar til gerandis, koma fram í ljós.

bottom of page