top of page
Um okkum
Vit hava stóran áhuga fyri toymismenning og hava skipað fyri starvsfólkatiltøkum í fleiri ár. Tað hevur verið bæði mennandi, spennandi og gevandi. Royndir okkara eru grundarlag og trygd fyri, at tiltøkini, vit skipa fyri, verða væleydnað og dygdargóð.
Toymismenning leggur serligan dent á at skipa fyri tiltøkum, ið geva eitt upplivilsi eitt sindur út yvir tað vanliga við støði í tykkara tørvi og ynskjum. Øll skulu hava møguleika at luttaka og fáa eina góða uppliving, eins og vit vilja tryggja ein reyðan tráð gjøgnum alt tiltakið.
Tilsamans er endamálið at menna samband, samskifti, samstarv og viðurkenning millum starvsfólkini umframt innanhýsis álit.
Tit eru altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkara.

Ernst S. Olsen

Jógvan Sørin Hansen
bottom of page
